Tað eru neyvan nógvir føroyingar, ið geva sær far um tað, men í dag er almennur norðurlandadagur.
Dagurin verður hildin 23. mars tí at tað var 23. mars 1962, at Helsingforssáttmálin varð undirskrivaður. Tað er tann sáttmálin, sum í stóran mun liggur til grund fyri norðurlendska samstarvinum.
Í samband við dagin, so er tað almennur flaggdagur, tað vil siga, at almennir stovnar skulu flagga í dag.










