Færri vespur í Føroyum

Talið av vespum í Føroyum tykist vera minkandi

Líkt er til, at vit koma at síggja færri vespur í Føroyum komandi árini.

 

- Eg havi fatan av, at vespurnar gerast færri fyri hvørt ár. Í ár hava heldur ikki verið eins nógvar, og tað vóru í fjør.

 

Tað sigur aktingarmaðurin í Tórshavnar Kommunu, Sigurð Hansen, sum fer út til teir borgararnar, ið hava vespureiður í garðinum.

 

- Í fjør burturbeindi eg eini 250 vespureiður, men eg vænti, at tað talið verður eitt vet lægri í ár, sigur Sigurð Hansen.

 

Tað er serliga í august og nakað inn í september mánað, at borgarar venda sær til kommununa fyri at fáa aktingarmannin at týna vespur.

 

- Tey ringja, tí tey hava sæð eitt reiður onkrastaðni uttan fyri húsið. Flugueitur verður so sprænt á reiðrið, og tá einir tveir til tríggir tímar eru gingnir, eru allar vespurnar deyðar, sigur Sigurð Hansen, og leggur afturat, at vanliga eru reiðrini at finna í grótgarðum og undir runnum í urtagørðum.

 

Tað er júst um hesa tíðina, at flestu vespurnar eru at síggja.

 

- Tað er nú, tær eru aggressivar og hava lyndi til at fjeppast í fólki, men tað er tí, at vespudrotningin er farin í dvala, meðan hinar framvegis flúgva sum vanligt, greiðir Sigurð Hansen frá.

 

Hann væntar, at um einar tvær til tríggjar vikur eru vespurnar ikki meir at síggja.

 

- So skjótt tað verður kaldari í veðrinum, fara vit ikki at síggja tær meir.