Færri persónbilar í mai

Fyrstu fimm mánaðirnar er innflutningurin av akførum øktur sløk 19% í mun til í fjør. Men í mai mánaði var talið lægri, enn tað var í mai í fjør

 

Akstovan hevur í dag dagført hagtølini fyri innflutning av nýggjum bilum. 

 

Tølini vísa framvegis ein stóran vøkstur í talinum av innfluttum bilum. Samanlagt er vøksturin 18,74%, og eru tað serliga persónbilar, sum eru orsøkin til hetta. Higartil í ár eru innfluttir 753 persónbilar, og tað eru 115 bilar fleiri enn sama tíðarskið í fjør. Men eisini innnan vøruvognar er talan um stóran vøkstur – úr 85 upp í 115 bilar.

 

Verður mai mánaður tikin fyri seg, er talan ikki um sama stóra vøkstur. Í mai í ár vórðu innflutt 261 akfør, og tað talið var 257 í fjør. Fyri persónbilar er enntá talan um minking – úr 197 í 188 bilar.