Færri børn tikin frá foreldrum

Donsk hagtøl.

Færri og færri børn verða tikin frá foreldrum:


Í 1987 vórðu 15.600 børn aðra staðni enn heima hjá foreldrunum

í 1993 var talið 12.000

í 1996 var talið 11.600

---------------

Men talið á børnum, sum eru tikin við tvingsli, er økt. Í dag verða tvífalt so nógv børn tikin við tvingsli sum í 1985.

Í 1993 vórðu 846 børn tvingsilstikin

Í 1994 var talið 940

Í 1995 var talið 1309

Í 1996 var talið 1344

-----------------

Í Danmark verða 1,2 børn tikin við tvingsli frá foreldrunum út av 1000 børnum. Í Svøríki er talið 2,5 børn út av 1000. Í Noregi eru øll børn, sum eru tikin úr heiminum, í prinsippinum tikin við tvingsli. Í Danmark verður í mesta lagi eitt barn um árið burturættleitt ímóti vilja foreldranna. Í Noregi verða umleið 100.

--------------

Børn, sum verða tikin frá foreldrunum, skifta ofta pleygufamilju. Í miðal búgva tey hjá tveimum ella trimum ymiskum pleygufamiljum. Bert ein triðingur av tiknum børnum búgva hjá teirri somu familjuni øll barnaárini.

---------------

Fjórða hvørt barn, sum verður tikið frá foreldrunum, gongur í meiri enn fimm ymiskum skúlum. Fyri "vanlig" børn er talið bert 2 prosent.

--------------

Triðja hvørt barn, sum kemur aftur til síni biologisku foreldur eftir at hava verið aðra staðni, verður eftir tveimum árum aftur tikið frá foreldrunum til eina nýggja pleygufamilju.

----------

Turbulentur barndómur merkir, at børn, sum verða tikin frá foreldrunum mótvegis "vanligum" børnum:


* tíggju ferðir so ofta fáa børn sum tannáringar

* tíggju ferðir so ofta verða kynsliga misbrúkt

* tvífalt so ofta onga útbúgving fáa

* tríggjar ferðir so ofta eru arbeiðsleys

* tríggjar ferðir so ofta gerast rúsevnismisnýtarar


kelda: Socialforskningsinstituttet