Tað fer ikki at ávirka játtanina til filmsgrunnin ella miðlagrunnin, at Kringvarp Føroya hevur sagt marknaðarfólkum sínum úr starvi. Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
Kringvarp Føroya hevur valt at siga marknaðarfólkum sínum úr starvi frá 1. mars. Hetta tyktist mongum sum ein løgin avgerð, tí nýggja lógin um fjølmiðlastuðul leggur upp til, at peningurin, sum Kringvarp Føroya vinnur við at selja lýsingar, skuldi spýtast í ein filmsgrunn og ein miðlagrunn. At Kringvarpið nú velur at siga sølufólkum úr starvi, tí inntøkurnar ikki falla teimum í lut, kundi tí sæð út til eisini at ávirka íkastið í filmsgrunnin og miðlagrunnin. So er tó ikki.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur, at játtanin til filmsgrunnin og miðlagrunnin stendur við, óheft av, hvussu nógv Kringvarpið fær við at selja lýsingar.
- Upprunaliga uppskotið frá Mentamálaráðnum innihelt eitt inntøkukrav ella eitt avlopskrav, har sagt var, at um Kringvarp Føroya ikki seldi fyri so og so nógv, vóru írestandi pengarnir tiknir av teirra konto, men hesa áseting strikaði mentanarnevndin í Løgtinginum, greiðir Rigmor Dam frá.
- Sjálv vildi eg helst, at ongar lýsingar vóru í Kringvarpinum, men tað var eitt sterkt ynski frá lýsingavinnuni, at varðveita Kringvarpið sum ein lýsingapall.
- Avleiðingin av tí, sum Kringvarpið nú er, er vónandi, at privatu miðlarnir nú fáa minni kapping á økinum, av tí at Kringvarpið ikki longur undirbjóðar teir ella marknaðarførir seg sjálvt sum ein lýsingapall. Samstundis kann vinnan vera glað um, at hon framvegis kann lýsa í Kringvarpinum, um tað tykist neyðugt, sigur Rigmor Dam.
Játtanin til miðlatuðulin, sum skal nýtast til millum annað útberarastuðul hjá bløðunum og førleikamenning hjá tíðindafólkum, verður góðar tvær milliónir, meðan játtanin til filmsgrunnin varð hækkað við 600.000 í mun til í fjør.











