Dómurin varð sagdur, eftir at Anderson Lee Aldrich hevði játtað seg sekan í at hava dripið fimm f´lk á einum LGBTQ-náttklubba í Colorado Springs í Colorado 19. november í 2022.
Sum ein liður í avtaluni við ákærumyndugleikan játtaði hann seg eisini sekan í 46 drápsroyndum.
Hópskottilburðurin fór fram leygardagin 19. november, tá tann tá 22 ára gamli Anderson Lee Aldrich fór inn á náttklubban Club Q við eini rifflu og eini skambyrsu og alt fyri eitt fór at skjóta kring seg.
Club Q vendir sær serliga til LGBT+-persónar.
/ritzau/Reuters
##med2##
##med3##













