Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur hevði staðið í tómgongd uttan fyri ein privatan bústað í fleiri tímar. Løgreglan fór á staðið, men tað eydnaðist ikki at fáa fatur á eigaranum.
Tískil sløkti løgreglan motorin og tók lyklarnar við sær á støðina. Nakrar tímar aftan á, setti eigarin seg í samband við løgregluni fyri at fáa lyklarnar aftur.
Tað vísti seg, at hann var farin at vitja vinfólk kvøldið fyri. Ætlanin var ikki at steðga so leingi, men hann var sovnaður og var ikki vaknaður aftur fyrr enn um morgunin.
Løgreglan sigur, at eigarin fekk so lyklarnar aftur - men hann fekk eisini eina bót upp á 1.000 krónur fyri sær fyri at hava sett bilin frá sær, og vera farin frá honum, uttan at taka lyklarnar úr honum og sostatt tryggja hann ímóti at nakar kundi fara avstað við bilinum.
Annars hevur løgreglan eisini gjørt ferðmátingar inni í Eysturoynni. Hesa ferð vóru tey Undir Gøtueiði, har tað er loyvt at koyra 50. Ein bilur fekk bót fyri at koyra 70 og ein fekk bæði bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra 78 kilometrar um tíman.