Í vikuni kom ein unglingi í Havn í trupulleikar av einum breyðristara, sum stóð á einum komfýri. Knappliga var nógvur roykur, og roykurin kom haðani, breyðristarin stóð.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini var trupulleikin ikki breyðristarin sjálvur, men trupulleikin var, at onkur hevði tendrað plátuna á komfýrinum, har breyðristarin stóð.
Tað eydnaðist unglinginum at fáa glóðheita breyðristaran út í tún. Tá hesin ikki visti, hvat hann skuldi gera, nú roykurin var so nógvur, boðaði hann løgregluni frá.
Sløkkiliðið varð boðsent, men tað vísti seg skjótt, at her var eingin eldur, men nógvur roykur.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tann, sum hevur ábyrgdina av húsunum, verður skuldsettur fyri at hava brotið tilbúgvingarlógina.
- Brotið snýr seg um at hava verið óansin og at hava tendrað komfýrin, meðan breyðristarin stóð plátuni, og hetta kundi verið atvoldin til, at eldur kom í.
Men, so galin var endin kortini ikki.
Vaktleiðarin leggur aftrat, at viðkomandi nú verður sektaður við bót fyri at hava verið óskettin og ikki at hava ansað nóg væl eftir, tá plátan á komfýrinum varð tendrað.