Fægst mál á Old Trafford í allari liguni

Heimadystirnir hjá Manchester United hava fægst mál av øllum 92 liðunum í ensku liguni

Hagtølini eru ikki blíð við Manchester United hetta kappingarárið. Um hugt verður eftir allari ensku liguni - fýra teimum ovastu deildunum - so eru heimadystirnir hjá Manchester United teir minst undirhaldandi, tá um skotin mál ræður.

 

Bert 13 mál eru fallin í heimadystunum hjá Manchester United hetta kappingarárið. Heimamálmunurin hjá Manchester United er 10-3, sum er minsta talið av málum í heimadystum fyri alla liguna. League One liðið Peterborough er tað mest undirhaldandi heimaliðið, tá hugt verður eftir skotnum málum hjá heimaliðnum, og teimum útiliðum, ið hava spælt ímóti Peterborough. Higartil eru heili 45 mál fallin í heimadystunum hjá Peterborough. Heimadystirnir hjá Manchester City og Everton hava higartil havt 41 mál, og eru City og Everton tey mest undirhaldandi liðini í Premier League í so máta. 

 

Norska TV2 hevur gjørt hetta yvirlitið :

 

Liðini við flest og fægst málum í sínum heimadystum kappingarárið 2015/2016:

1. Peterborough - 45 mál

2. Fulham - 44

3. Sheffield United - 43

4. Notts County - 42

5. Manchester City - 41

5. Everton - 41

...

78. Arsenal - 21

78. Swansea - 21

78. Norwich - 21

86. Stoke - 19

86. Aston Villa - 19

88. Watford - 18

88. Sunderland - 18

92. Manchester United - 13 mál

Liðini, sum hava skotið flest og fægst mál frammanfyri egnum áskoðarum, kappingarárið 2015/2016 :

1. Manchester City - 29 mál

2. Peterborough - 26

11. Everton - 22

25. Tottenham - 18

...

82. Manchester United - 10

82. Watford - 10

82. Stoke - 10

87. Swansea - 9

92. Aston Villa - 6 mál