Í dag var samkoma í Vágs Skúla.
Orsøkin var, at Fab Lab í vágs Skúla í dag lat alemnt upp, og harvið hevur almenningurin atgongd til allar tir hentleikar, sum Fab Lab hevur at bjóða.
Tað eru bara tvey Fab Lab í Føroyum. Á Miðnámsskúlanum á Kambsdali og í Vágs Skúla.
Fyrst segði John Henrik Holm, skúlastjóri, nøkur orð, har hann m.a. greiddi frá søguni um, hvussu vágs Skúli fekk Fab Lab.
Síðani greiddi Tina Grønbech Tausen, leiðari, frá hugtakinum Fab Lab og øllum teim møguleikum, sum hetta gevur. At hetta longu er partur av handverksligu lærugreinatilboðunum í skúlanum, men at almenningurin nú fær atgongd.Hon legði dent á, at hetta avloysir ikki t.d. smíð ella hondarbeiði, men er eitt tilboð afturat. Opið verður fyri almeninginum tvær ferður um vikuna í fyrtsta umfari.
Síðani varð farið at hyggja at tólunum og hølisumstøðunum í niðastu hædd í Vágs Skúla, har tað eisini hevur verið arbeitt við at gera tað atkomuvinarligt, so øll hava møguleika at royna Fab Lab møguleikarnar.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##