Við nýggju pensjónsskipanin hjá samgonguni, fer tað at ganga alt ov seint hjá nógvum føroyingum at fáa eina líkinda pensjón.
Tað segði Finnur Johansen, nevndarlimur í landsfelagnum hjá pensjónistunum, á evnisdegi í Suðuroy leygardagin um eldraøkið.
Les eisini: Ávara føroyingar ímóti at lata seg lumpa
Samgongan hevur álagt øllum at rinda minst 15 prosent av lønini í ein eftirlønargrunn.
Men tað skal gerast so líðandi, so at gjaldið hækkar eitt prosent um árið.
- Tað merkir, at hjá teimum, sum lítið og einki rinda frammanundan til sína egnu pensjón, fara tað at ganga 15 ár í ringasta føri, til tey eru komin upp á fult gjald.
Men harafturat skulu tey so arbeiða eitt heilt lív fyri at kunna spara nóg mikið til eina líkinda pensjón, sigur hann.
Hann sigur, at tá ið hann, og hansara líkar, fóru at gjalda til sína egnu pensjón, varð alt tikið í einum.
Tað heldur hann, eisini átti at verðið gjørt í hesum føri, fyri at seta rættiliga ferð á samansparingina til tað privatu eftirlønina.
- Tað merkir at í veruleikanum verður talan um eina lønarlækking upp á 15 prosent. Men tað var tað eisini hjá okkum, segði Finnur Johansen.
Ingrid Henriksen, sum er samskipari, hjá felagnum, heldur ikki, at tað er rætt at hækka eftirlønaraldurin.
- Føroyingar hava, longu sum er, hægst pensjónsaldur í okkara parti í verðini og tí er tað ikki rætt at hækka hann.
- Skulu vit tosa um at hava fólk longur á arbeiðsmarknaðinum, er tað ein betri loysn at avtaka fráfaringaraldurin, so at fólk kunnu arbeiða so leingi, tey sjálvi føla, at tey orka.
Men tey, sum arbeiða longri enn tey eru 67, eiga so at fáa endurgjald fyri pensjóna, tey hava frásagt sær.