- Sum Tjóðveldi førir seg fram í løtuni, ber ikki til at skipa eina samgongu ímillum Sambamndsflokkin og Tjóðveldi. Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, formaður Sambandsfloksins á Rás2 seinnapartin í gjár. Hann sigur, at orðavalið hjá Tjóðveldi vísir, at hann ætlar at fáa eina fullveldissamgongu. Og tað verður undir ongum umstøðum, at Sambandsflokkurin fer at føra fullveldispolitikk saman við Tjóðveldi, sigur hann. Tí heldur hann ikki, at tað ber til at fáa eina samgongu ímillum Tjóðveldi og Sambandsflokkin. - Hjá okkum er tað sambandspolitikkur, sum fer at mynda framtíðina Samstundis staðfestir hann, at tað tykist sum um at ríkisfelagsskapurin er í toppformi og vit hava áður havt eitt stak gott samstarv við Javnaðarflokkin, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum. Javnaðarflokkurin staðfestir enn einaferð, at hann fer ikki í samstarv við Fólkaflokkin. Annars staðfestir floksformaðurin, Aksel V. Johannesen, at javnaðarflokkurin kann samstarva við allar aðrar flokkar og hann vísir eisini á, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava havt eitt gott samstarv áður.
Les eisini: Hetta er væl klárað av okkum
Men í Sosialinum hetta vikuskiftið staðfestir hann, at stóra avbjóðingin verður at toga Sambandsflokkurin longur til vinstru eftir at hann er snaraður ov nógv til høgru í hesi samgonguni. Les nógv meiri um nýggja veljarakanning í Sosialinum hetta vikuskiftið, har greitt verður frá, hvør vinnur, hvør tapir – og hvør flokkur rýkur úr Løgtinginum.
|