Umstøðurnat hjá teimum lærarunum, sum hava fingið undirvísing í at undirvísa orðblindum børnum, eru ikki nóg góðar.
Tað staðfestir Andrea á Rípuni, nevndarlimur í Lærarafelagnum.
Hon hevur sjálv fingið prógv sum serlærari í at undirvísa orðblindum, men hon sleppur bara at undirvísa í tríggjar tímar um vikuna. Og tað er alt ov lítið, tí bara arbeiðið at greina trupulleikan hjá einum orðblindum barni, kann taka einar 10-15 tímar.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hana greiða frá, hvussu hon metir støðuna