Tað er ikki nógv, Vaktar- og Bjargingartænastan fær gjørt fyri at bjarga avgustunum í Sundalagnum.
Martin Kruse, fulltrúi á Vørn, sigur, at tey hava fingi ein fyrispurning um, skipini hjá Vørn kunnu hjálpa til at bjarga hvalunum útaftur til havs.
Men útlitini fyri tí eru smá, sigur Martin Kruse.
Hann sigur, at skipararnir hjá Vørn halda ikki, at tað er ráðiligt at fara í Sundalagið at manøvrera við so stórum skipum.
Møguleikin hevur eisini verið umrøddur at lata teir smærru MOB bátarnir hjá Vørn at royna at reka hvalin út aftur.
- So vænti eg at alibrúkini hava bátar, ið eru betri hóskandi til tað endamálið, heldur martin Kruse.
Leikluturin hjá skipunum hjá Vørn verður sostatt neyvan annar enn at bíða til hvalirnir eru deyðir og so at sleipa teir út á streymasjógv.
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, sigur, at tey hava umhugsað møguleikan at fáa ein hval við tí endamáli at flensa hann og so at varðveita beinagrindina.
Men endalig avgerð er ikki tikin um tað enn.
- Vit eru ikki rættiliga greið yvir enn, hvussu lógarverkið er á hesum øki. Men taka vit ein hval fyri at varðveita beinagrindina, skal ein ætlan leggjast fyri, hvussu vit fáa burturbeint tvøst og spik.
Ein møguleiki er at brenna tað, men vit vita ikki, um ber til. Ein annar møguleiki er at føra tað út á streymasjógv og sleppa tí, akkurát sum vit sleipa skrokkarnar út á streymasjógv tá ið grind er dripin og skorin upp..
Bjarni Mikkelsen sigur nevniliga, at tvøstið av avgusti hevur ikki verið etið.
Les eisini: Avgusturin fekk ikki frið fyri fólki
Les eisini: Hvalirnir í Sundalagnum eru illa fyri









