Dagny Joensen
Álvur Haraldsen
Eini 30 pensionistar eru í íslendska ferðalagnum, og Ásdis Skúladóttir, sum er kend í Føroyum sum leikstjóri, er ferðaleiðari.
Klaksvík og Kópavágur eru vinarbýir, og ferðalagið hevur vitjað í Klaksvík í nakrar dagar, áðrenn tey komu til Havnar.
Leygarkvøldið var samkoma fyri teimum í Hornahúsinum, har danskifelagið ?Tøkum Lætt³ bjóðaði upp á gólv.
Tað er ikki so ofta, at pensionistar fáa heiðursløn fyri felagsarbeiði, men í Kópavági er tað veruleiki.
Meðan ferðalagið hevur verið í Føroyum, hevur almanna- og heilsumálaráðharrin í Íslandi útnevnt frítíðarfelagið ?Hana nú³ til besta felag av sínum slag í Íslandi. Móttøka verður í almanna og heilsumálaráðnum, tá ferðalagið kemur heimaftur.
Frítíðarfelagið ?Hana nú³, sum merkir nakað tað sama sum ?Beint nú³, varð stovnað fyri 14 árum síðan.
Tað var Ásdis Skúladóttir, sum stovnaði felagið, og hon hevur arbeitt øll árini í felagnum.
Endamálið við felagnum er geva eldri fólki eina virkna tilveru. Tey gomlu skulu hava møguleikar at luttaka aktivt í samfelagnum, eisini eftir at tey eru farin frá vegna aldur.
Byrja tá tey fylla fimti
Í Frítíðarfelagnum ?Hana nú³, eru einir 600 limir, og tey hittast fleiri ferðir um vikuna.
Fastur táttur er gongufelagið, sum hittist hvønn leygardag um kaffiborð, har prátað verður um dagsins politisku og samfelagsligu málini, áðrenn farið verður út at spáka í tveir tímar, alt árið og í øllum veðri.
Annað tiltak er bókafelag, sum skipar fyri fyrilestrum, upplesti og kjak um bókmentir. Limirnir fara annars nógv út, har okkurt áhugavert er á skránni. Tey fara til sjónleik, í operuna og til konsertir, framsýningar o.a., men eisini til aðrar samfelagsligar og politiskar fundir.
Ongin nevnd í er í felagnum, og einki limagjald. Limirnir gjalda fyri tey tiltøk, sum tey fara til, og fáa við at luttaka, eisini brøv sendandi við upplýsandi tilfari um tiltøk, sum felagið skipar fyri.
Serliga hevur felagið gjørt nógv burturúr at ferðast. Áðrenn farið verður avstað, hava limirnir fingið holla vitan um tað landið, sum verður vitjað.
Drúgvar fyrireikingar til Føroyaferðina
Í vetur hava Føroyar staðið ovarlaga á breddanum. Í Kópavági hava verið fleiri føroyakvøld, har føroyingar og íslendigar við inniliti í føroyskumviðurskiftum, hava hildið fyrilestar og greitt frá ymiskum um okkara samfelag. Eitt nú samfelagsmál, politikk og jarðfrøði.
Annar táttur hevur verið bókmentakvøld, við upplestri og upplýsing um føroyskar rithøvundar, føroysku kvæðini o.s.fr.. Føroyingar í Reykjavík hava eisini verið í frítíðarfelagnum og lært limirnar at dansa føroyskan dans.
Ásdis Skúladóttir, sigur við Sosialin, at endamálið við at gera tey eldru meira virkin, hevur eydnast væl.
Ásdis Skúladóttir er útbúgvin lærari, sjónleikari og samfelagsfrøðingur, og hevur m.a. skriva bók um tað at gerast gamal, sum kallast: ?Okkara ár³.
Bókin er ein handbók við upplýsing um viðurskifti hjá pensionistum, hvar hesir skulu venda sær við ymsum spurningum og hvør hjálp er at fáa, og hvønn rætt tey eldru hava. Eisini verður greitt frá eldravirksemi og hvat kann gerast, fyri at geva eldri fólkum innihaldsríkt lív.
Ikki sita hendur í favn
Hugsjónin aftanfyri virksemið í frítíðarfelagnum ?Hana nú³ hevur verið, at pensionistar ikki skulu setast hendur í favn, tá tey gevast at arbeiða.Tey skulu likamliga, andaliga og sosialt stimbrast, fyri at fáa annað innihald í lívinum, at seta ístaðin arbeiðalívið.
Fyri at venja seg við broyttu umstøðurnar, tá árini gerast nógv, er onnur regla galdani, og tað er, at fólk kunnu gerast limir, tá tey eru fylt fimti ár.
Ásdis Skúladóttir var 40 ára gomul, tá hon stovnaði frítíðarfelagið, og hon er nú eisini limur í felagnum.
Íslendska ferðalagið fer heimaftur týsdagin.