Fáa ein møguleika afturat

Barnaleikurin, Keisarans nýggju klæðir, sum varð spældur á ólavsøku, var so væl umtóktur, at tey fara at spæla hann aftur hósdagin og fríggjadagin.

 

Leikurin, sum Tjóðpallurin setti upp, varð spældyr fyri fullsettum húsum í summar

 

Men tey, sum ikki sóu síggja leikin tá, fáa nú møguleikan at síggja hann hósdagin og fríggjadagin, tá ið tey aftur fara at spæla hann á Tjóðpallinum.

 

Leikurin er um ein forfongiligan keisara, ið bara hugsar um klæðir og útsjónd.

 

Hann gloymir púrasta at stýra landinum, og brúkar allar pengarnar, sum fólk rinda í skatti, upp á seg sjálvan.

 

Ein dagin koma tveir skræddarar, ið siga seg duga at gera tey fínastu klæðini í heiminum.

 

Hetta ery klæðir, sum ósjónlig hjá ódugnaligum ella býttum fólki. Og hesi klæðini vil keisarin sjálvandi hava.