Fáa betri veðurtíðindi um 2-3 mánaðir

Landsstýrismaðurin sigur, at dentur verður lagdur á at gera tær neyðugu ábøturnar

Gongst sum ætlað, fara vit at fáa neyvari og meiri álítandi veðurtríðindi um einar tveir tríggjar mánaðir. Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður á økinum. Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin hevur spurt hann, nær veðurstøðirnar í Mykinesi, á Eiði og í Fugloy, fara at virka aftur.

 

Landsstýrismaðurin ásannar, at veðurmátingarnar hava verið óstøðugar seinastu tíðina og tí eru stig tikin til at gera tær neyðugu ábøturnar. Landsstýrismaðurin sigur, at dentur verður lagdur á at fáa arbeiðið skjótt frá hondini og sostatt er ætlanin, at um tveir, tríggjar mánaðir skal trupulleikin vera loystur.

 

Árni Skaale sigur, at í Mykinesi er veðurmátingarnar ikki nóg álítandi. Tað sama ger seg galdandi í  Fugloy, tí har verður mett, at vindmátarin stendur ikki á tí staðnum, har hann gevur nóg álítandi vindmátingar. Harafturat er masturin illa farin og á Eiði datt masturin niður í fjør heyst.

 

Sostatt sigur landsstýrismaðurin, at í Mykinesi er ætlanin at flyta mátingarnar til tyrlupallin. Umboð fyri Veðurstovuna meta, at nýggja staðsetingin fer at tæna bygdini, ferðafólkavinnuni og tyrluferðsluni, betur. Tey hava eisini havt samband við fólk, ið kenna til viðurskiftini hjá smábátum og tey halda, at kanska kann hendan loysnin brúkast hjá teimum eisini.

 

Í Fugloy verður masturin skift út og ætlanin er eisini at flyta hana fyri at fáa so álítandi vindmátingar, sum til ber. Á Eiði verður ein nýggj mastur sett upp á sama staði.

 

Árni Skaale sigur, at nýggjar, og sterkar, mastrar eru umbidnar og verða latnar um miðjan september. Annars er Veðurstovan í ferð við at menna eina nýggja heimasíðu, so samanumtikið er talan um eitt umfatandi arbeiðið.