Fá stig til favorittarnar í Premier League

Liðini, sum eru favorittar til tey fimm ovastu plássini hava fingið søguligu ringa byrjan í Premier League

Áðrenn kappingin í Premier League fór í gongd varð breið semja millum fótbóltsserfrøðingarnar, at Chelsea, Manchester City, Arsenal, Liverpool og Manchester United vóru favorittar at taka fimm tey ovastu plássini í Premier League, tá kappingin verður liðug í maj 2015.Men mett í mun til øll kappingarár í Premier League síðani 1992-93, so hava favorittarnir hjá serfrøðingunum til fimm tey ovastu plássini ongantíð fingið eina verri byrjan enn hetta kappingarárið.

 

Topp 5 favorittarnir hjá serfrøðingunum hava higartil fingið samanlagt 41 stig fimm tey fyrstu umførini, sum er tað lægsta nakrantíð eftir fimm umfør í Premier League. Her síggjast stigini hjá topp 5 favorittunum eftir fimm umfør :

 

1. Chelsea – 13 stig

 

4. Arsenal – 9 stig

 

6. Manchester City – 8 stig

 

11. Liverpool – 6 stig

 

12. Manchester United – 5 stig

 

Samanlagt 41 stig.

 

Søguliga tabelin í søguni hjá Premier League fyri topp 5 favorittunum hjá fótbóltsserfrøðingunum sær soleiðis út. Talan er um stigatalið eftir fimm umfør hjá teimum fimm liðunum fótbóltsserfrøðingarnar hava mett at verða topp 5 favorittar tey einsæris kappingarárini :

 

 

  • 92/93: 44 stig
  • 93/94: 44 stig
  • 94/95: 54 stig
  • 95/96: 52 stig
  • 96/97: 47 stig
  • 97/98: 46 stig
  • 98/99: 37 stig
  • 99/00: 52 stig
  • 00/01: 40 stig
  • 01/02: 46 stig
  • 02/03: 41 stig
  • 03/04: 49 stig
  • 04/05: 51 stig
  • 05/06: 50 stig
  • 06/07: 43 stig
  • 07/08: 52 stig
  • 08/09: 49 stig
  • 09/10: 60 stig
  • 10/11: 53 stig
  • 11/12: 50 stig
  • 12/13: 51 stig
  • 13/14: 51 stig
  • 14/15: 41 stig

Kelda: tv2.no