West Brom áleyparin, Nicolas Anelka, stendur til í minsta lagi fimm daga leikbann, verður hann kendur sekur.
FA skal kanna serliga háttin, Anelka hátíðarhelt eina málið, hann skjeyt móti West Ham. Hann gjørdi eitt tekin, sum sagt var ein umvend Nazi heilsan.
Anelka fekk eitt 34 síðurs dokument við útgreining av ákærunum, og hevur til klokkan 18 mikudgin 23. januar at svara.
Sponsorarnir hjá West Brom, Zoopla, uppsigur samstarvið við felagið tá kappingin endar, orsakað av hendingini.
Fyrrverandi franski landsliðsleikarin brúkti serliga gestus'in dagin eftir, at franska stjórnin boðaði frá, at hon vildi banna umstrýdda skemtaran, Dieudonne M'bala M'bala.