FA revsar Aguero

Sergio Aguero hevur fingið leikbann í tríggjar dystir

Tað var í Premier League-dystinum farna sunnudag ímillum Manchester City og West Ham, at álopsstjørnan hjá Manchester City, Sergio Aguero, smekkaði ein alboga í gronina á verjuleikaranum hjá West Ham, Winston Reid. Dómarin sá ikki tilburðin, og tískil varð Aguero ikki sektaður fyri sína eyðsýndu brotsgerð í dystinum. Enska fótbóltssambandið, FA, hevur tó tikið málið upp og avgjørt, at Aguero fær leikbann í tríggjar dystir.

 

Síggj tilburðin við at trýsta á kykmyndina omanfyri greinina.

 

Manchester City appelleraði tó, tá ið málið varð tikið upp, men hetta hevur ikki broytt viðgerðina hjá FA av tilburðinum. 

 

Sostatt verður ongin Sergio Aguero at síggja á Old Trafford komandi leygardag, tá ið Manchester United og Manchester City bresta saman. Grannauppgerðin í Manchester komandi leygardag verður heilt serlig, tí at hetta er fyrstu ferð, at fyrrverandi venjararnir hjá ávíkavist Real Madrid og Barcelona, José Mourinho og Pep Guardiola, hittast í enskum fótbólti.