FA kannar Brendan Rodgers

Enska ótbóltssambandið hevur vent sær til Liverpool venjaran, Brendan Rodgers, fyri at fáa eina frágreiðing upp á úttalilsini hjá honum eftir tapið móti Manchester City.

Enska ótbóltssambandið hevur vent sær til Liverpool venjaran, Brendan Rodgers, fyri at fáa eina frágreiðing upp á úttalilsini hjá honum eftir tapið móti Manchester City.

 

Rodgers var ikki blíður í orðum um dómaran, Lee Mason, eftir dystin, og hann meinti, at dómarin var beinleiðis orsøkin til tapið.

 

Hann vísti á, at málið hjá Raheem Sterling í fyrra hálvleiki ikki átti at verið dømt fyri rangstøðu, og hann meinti eisini, at Luis Suarez átti av fingið eitt brotsspark í seinna hálvleiki.

 

Soleiðis, sum Rodgers málbar seg eftir dystin, hevur nú fingið FA at kanna málið nærri, veit BBC Sports at siga frá.