Upptakt
Eftir eina framúr byrjan upp á kappingarárið, hava tvey greið tap á rað sent ÍF nakað aftur í røðini á stigatalvuni, nú farið verður í holt við næsta triðingin av kappingini.
Tað er ein støða, sum tey í Fuglafirði ikki eru heilt so fegin um, og tó at eitt pláss í miðjuni avgjørt verður góðtikið, so siga spælaranrir seg vóna, at tað nú aftur skal bera til at klintra longur upp.
Til dystin móti EB/Streymi hava fuglfirðingarnir aftur Bartal Eliasen við, eftir at hann var burturstaddur seinast, og tað fer helst at hava nakrar flytingar við sær. Seinast var Símun Eliasen vikarur í miðverjuni, men hann verður helst aftur á miðvøllinum sunnudagin.
Hinvegin er John Thomsen framvegis ikki klárur, og tí kann roknast við, at Rúni Elttør framvegis fer at hava pláss á bakkinum, um ikki Petur Simonsen finnur upp á nýggj ráð, so klaksvíkingurin aftur kann flyta upp á miðvøllin, har hann fyri tað mesta hevur verið í ár.
Hjá EB/Streymi er Egil í Bø einasti leikarin, sum ikki tykist verða tøkur. Hann hevur hesar báðar seinastu vikurnar havt armin í gipsi, men fríggjadagin skuldi hann so í røntgena. Tí er kanska møguleiki fyri, at gipsið verður skift um við okkurt lættari og bleytari tilfar, sum er loyvt á einum fótbóltsvølli, men talan verður tó neyvan um eitt pláss millum teir fyrstu ellivu kortini.