Fóðurslanga steðgaði Teistanum

Á veg um Skopunarfjørð í morgun, mátti Teistin steðga á, tí ein fóðurslanga hevði lagt seg um kúlustevnið.

Við Sandoyarportalin sigur skiparin, Erlendur Simonsen, at Teistin steðgaði og bakkaði, fyri at fáa slanguna av aftur.

Teir valdu so eisini at leggja stilt, meðan teir ringdu til Sjóbjargingarstøðina fyri at boða frá at ein fóðurslanga rak í Skopunarfirði.

Beint áðrenn Teistin kom inn á Gomlurætt, fingu ferðafólkini boð umvegis hátalarar um, hvat hevði verið á vási.