Fóðurhøll í Hvalvík

Nýggja goymsluhøllin hjá Skretting í Hvalvík varð tikin í nýtslu týsdagin

Skretting Føroyar Hevur latið eina stóra goymsluhøll til alifóður byggja í Hvalvík. Týsdagin varð høllin alment tikin í nýtslu, hóast arbeitt hevur verið í høllini síðan á nýggjárinum.

Skretting Føroyar, ið er dótturfelag hjá Skretting í Noreg, sum hollendska stórfyritøkan Nutreco aftur eigur, hevur bygt eina høll upp á 2.000 fermetrar. Talan er um eina goymsluhøll til alifóður. Í hesum bygninginum er eisini ein 80 fermetra stór skrivstova.

Stóra goymsluhøllin rúmar 2.500 tonsum av fóðri. Fóðrið verður innflutt úr Noreg. Fóðri verður flutt við farmaskipi, sum leigað er til endamálið. Í løtuni er tað Nordic hjá Nordic Line í Havn, sum flytir fyri Skretting.

Skretting Føroyar selur eini 12.000-15.000 tons av fóðri árliga. Hetta svarar til gott 20% av samlaða brúkinum í Føroyum, sigur Jórun Johannesen hjá Skretting Føroyar. Skretting Føroyar selur meira enn helvtina av tí smoltfóðri, føroyingar brúka.

Byrjað varð upp á høllina seinasta summar. Men illveðrið seinasta heyst gjørdi eitt sindur av skaða, sum seinkaði arbeiðinum nakað.

Nú høllin alment verður tikin í nýtslu, eru fólk frá Skretting í Noreg í Føroyum og vitja.