Fóður ella pengar fyri lambsskinn

Nakað av tí, sum dálkar mest við brenning, er seyðaskinn. Tí er skilagott at lata skinnini til endurnýtslu hjá góðkendum móttakarum.

Heystið er komið, og skurðfjøllini verða skjótt gingin. Vanligt er, at menn fletta heimaseyð, veðrar, ær og onkur lomb, áðrenn farið verður á fjall, og skurðurin í haganum verður tikin.

 

Eins og undanfarin ár eru tað aftur í ár fólk kring landið, sum taka ímóti seyðaskinnum til saltingar, og hetta er avgjørt ein góður møguleiki í staðin fyri at lata rávøruna fara upp í royk.

 

Tey, sum taka ímóti og salta, lata pengar ella fóður fyri lambsskinnini, og vanligt er at rokna, at tann, sum kemur við lambsskinnum, fær ein sekk av seyðafóðuri fyri hvørji 5,5 lambsskinn, sum latin vera.

 

Væl verður saltað, og hvørt lambsskinn fær umleið trý pottamál við ídnaðarsalti, og ærs-og veðraskinn fáa 4-5 pottamál - alt eftir, hvussu stór skinnini eru.

 

Í staðin fyri at lata seyðaskinnini enda í ovninum hjá brennistøðunum, hava bøndur og fólk annars, sum eiga og fletta seyð, møguleikan at fáa nakað burtur úr hesi rávøru - í peningi ella sum vøru.

 

Hjá IRF, Interkommunalu Brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík, verður mælt til ikki at lata seyðaskinnini brenna.

 

- Nakað av tí, sum dálkar mest við brenning, er seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk um at lata skinnini til endurnýtslu hjá góðkendum móttakarum, sigur IRF.