Fútin fer at ákæra Tórbjørn

Eftir áheitan frá Søfartsstyrelsen fer fútin í næstum at reisa ákæru móti Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, fyri brot á sjóreglurnar, tá hann rendi á land við skipi sínum

Ein av komandi døgunum verður ákæra reist móti Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni.

Tað er danska Sjóferðslustýrið, ið hevur heitt á fútan um at reisa ákæru móti landsstýrismanninum fyri brot á sjóreglurnar í sambandi við, at hann 11. januar í ár rendi á land við skipi sínum, Halgafelli.

Ákæran er ikki reist enn, men Mogens Nepper Kristensen, fúti, sigur við Sosialin, at tað er vanlig mannagongd hjá fútanum at fylgja áheitanum frá slíkum stovnum, sum Sjóferðslustýrinum.


Umhugsar støðuna

Tórbjørn Jacobsen boðar sjálvur í tíðindaskrivi frá, at hann hevur fingið bræv frá Sjóferðslustýrinum, har hann verður kunnaður um, at Sjóferðslustýrið hevur heitt á fútan um at reisa ákæru.

Men Tórbjørn Jacobsen vísir tó á, at hann enn einki hevur hoyrt frá fútanum, og tí hendir enn einki í málinum.

? Tá Landfogeden på Færøerne einaferð hevur viðgjørt málið og er komin til eina niðurstøðu, fer undirritaði at taka málið upp av nýggjum og meta um hvørjar møguligar politiskar avleiðingar málið skal fáa, skrivar Tórbjørn Jacobsen í tíðindaskrivinum.

Landsstýrismaðurin ætlar sær sostatt ikki sjálvur at taka stig til nakarar politiskar avleiðingar fyrr enn fútin er komin til eina niðurstøðu í málinum.

Í Føroyum hava vit enn onga siðvenju fyri, hvørjar politisku avleiðingarnar eru, tá ákæra verður reist móti landsstýrismanni. Einasta dømi, vit kenna, er tá John Petersen varð sitandi sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hóast hann var ákærdur fyri neyðtøku. Í ørðum londum er ein ákæra nóg mikið til, at ein ráðharri tekur avleiðingarnar og fer úr sessinum.


Torført mál

Løgmaður visti einki um brævið frá Sjórferðslustýrinum, fyrr enn Sosialurin bað hann um viðmerkingar til málið seinnapartin hósdagin.

Tí fekk løgmaður ikki sagt, hvørjar stig, hann fer at taka í málinum. Men løgmaður ásannar, at hann hevur ein trupulleika, tá ákæra verður reist móti einum landsstýrismanni.

Løgmaður vísir tó á, at valbærið ikki verður tikið frá løgtingslimi fyrr enn dómur, ið ljóðar á meira enn fýra mánaðir í fongsli, er feldur móti honum.

Anfinn Kallsberg, løgmaður fer nú at kanna málið nærri.

Løgfrøðingur, Sosialurin hevur tosað við, sigur, at líknandi ákærur oftast enda við bót og møguliga hefti.