Løgreglan kannar í løtuni málið viðvíkjandi Bjarna Hammer, løgreglumanni og tingmanni fyri Javnaðarflokkin. Tað er tó ikki løgreglan í Føroyum, sum ger kanningarnar, men fólk frá ríkisákæranum.
Tað snýr seg um málið, sum var borið fram her í Sosialinum mánadagin. Vit skrivaðu, at Bjarni Hammer hevur sagt við eina keldu hjá blaðnum, at hann lættliga kann fáa fatur á rúsevnum og at ein vinmaður hansara javnan ferðast millum Danmark og Føroyar og hevur rúsevni ella hassj við sær.
-Vit hava latið alt tilfar í málinum til ríkisákæran, tí vit hava ikki nakran møguleika at gera við málið her, sigur John Kølbæk, fúti.
Hann vísir á, at í slíkum føri sum hesum, valdu tey beinanvegin at lata málið víðari til myndugleikarnar í Keypmannahavn.
Bjarni Hammer hevur eisini í einum tíðindaskrivi sagt, at tveir løgreglumenn úr Keypmannahavn, hava verið í Føroyum og tosa við hann.
Tingmaðurin segði í skrivinum, at hann bert vvar avhoyrdur, men at hann ikki er skuldsettur í málinum.
Innanhýsis
Í hesum máli kannar løgreglan tað, sum er komið fram eftir at Sosialurin meldaði málið.
Málið er í tveimum. Annað er eitt mál, sum hevur við starvið sum løgreglumaður at gera og hitt snýr seg fyrst og fremst um moral sum politikari.
Danska løgreglan kannar um tingmaðurin og løgtingsmaðurin hevur brotið moralska kodex hjá løgregluni og sum tænastumaður.
Tað kann hanga saman við, at Bjarni Hammer í blaðnum verður sagdur at hava sagt, at hann veit um ein vinmann, sum ferðast millum Føoyrar og Danmark og hevur hassj við sær hendan vegin.
Er hetta so, og føroyski løgreglumaðurin ikki hevur gjørt nakað fyri at avdúka smuglingina, so er hann helst farin út um tað, hann sum løgreglumaður kann venda blinda eygað til.
Hitt málið er meira um moral, hevur tingmaðurin onki lógarbrot framt.
So fer tað fyrst og fremst at vera upp til Javnaðarflokkin um flokkurin framhaldandi fer at hava álit á tingmanninum og fer at lata hann stilla uppaftur fyri flokkin.
Hesin spurningurin er sjálvandi ikki avgjørdur, tí flokkurin bíðar eftir hvørja niðurstøðu løgreglan kemur til í málinum.
Føroyska løgreglan bíðar eisini eftir somu frágreiðing.
-Men sjálvt um vit ikki siga nakað og hava sent málið til Keypmannahavn, so vil tað ikki siga, at vit ikki fylgja við í málinum, sigur John Kølbæk, fúti.
Enn er eingin ábending um, nær løgreglan í Keypmannahvn, verður liðug við kanningarnar.