ÍF tekur greipuna

Tað var bara í fyrsta settinum, at SÍ mutaði nakað ímóti, tá teir sunnudagin vitjaðu á kambsdali í eitt slag av upptakt til steypafinaluna

Mansflogbóltur

Tað varð sagt undan dystinum millum ÍF og SÍ, at hetta var eitt slag av undanframførslu til steypafinalurnar í flogbólti, har bæði liðini skulu spæla ímóti hvørjum øðrum.
Og skal metast eftir dystinum sunnudagin, so er eingin sum helst ivi um, at fuglfirðingar ætla sær at vinna alt tað, sum er at vinna í ár. Verur sæð burtur frá fyrsta settinum ella har á leið, so var nevnliga ongan tíð nakar ivi um, hvat liðið var hitt sterkara sunnudagin. Snøgt sagt, so spældu fuglfirðingar sum teimum lysti, og tó at sørvingarnir stríddust, so tóktist hetta ikki at muna tað allar minsta móti væl upplagda heimaliðnum, sum alla tíðina megnaði at leggja trýst á.
Sum sagt, so mundi tað einamest vera sum upptakt til steypakappingina, at dysturin hevði áhuga. Sjálvandi var talan eisini um dyst millum tey bæði liðini, sum liggja ovast á stigatalvuni, men her munurin longu nú somikið stórur, at tað skal nakað væl meira enn eitt undur til, um nakað av hinum liðunum skal gera sær vónir um at taka ÍF aftur.