Fótbólturin rullar í kuldanum

Seinnapartin leygardagin, eftir steypafinaluna í flogbólti, fer KÍ á vøllin við Djúpumýru at leika sín fyrsta venjingardyst í ár, og mótstøðuliðið kemur líka úr Suðuroynni

FÓTBÓLTUR

 

Meðan vetrarítróttin er í hæddini og skal spæla finalur o.s.fr., so eru summarítróttargreinarnar farnar undir sínar fyrstu fyrireikingar.

 

Eitt gott dømi um hetta verður leygardagin tann 9. februar, tá bestu kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Kyndli fara at spæla steypafinalu í eini stúgvandi fullari høll á Hálsi í Havn. Seinni sama dag fer besta mansliðið hjá KÍ eisini á vøllin, men tað verður ikki fyri fullum áskoðaraplássum, tí talan verður um tann allar fyrsta venjingardystin hjá liðnum í ár.

 

Tað verður 1. deildarliðið, TB, sum fær høvi at verða fyrsta liðið, sum fer á vøllin í Klaksvík í 2008 at spæla ímóti KÍ.

Í báðum hesum feløgum er talan um broytingar í hópunum í mun til í fjør, tí fleiri leikarar eru farnir, meðan aðrir eru komnir til, og harumframt eru ungir menn lagstir afturat. So har fáast kanska onkrar ábendingar, um ikki annað, til gagns fyri venjararnar báðar Eyðun Klakstein og Krysztoff Popczinsky