Fótbóltur: So tapti B36

Ikki var væntandi, at B36 fór ósigrað ígjøgnum kappingina í ár, men at tað skuldi vera KÍ, sum á heimavølli fór at basa teimum, mundi kortini fáur vænta

B36 er ikki longur ósigrað í fyrstu deild í fótbólti. Teir taptu 2-1 á heimavølli móti KÍ og hóast B36 viðhaldsfólkini nokk hava trupult at síggja tað spennandi í einum tapi, so er tað kortini ikki so galið fyri kappingina.


Samstundis vunnu tvey av teimum trimum nærmastu liðunum, og eisini tað hevur við sær størri spenning. Nú er bara eitt ósigrað í fyrstu deild og tað er HB.


Úrslitini vóru annars hesi:


GÍ-HB 1-2 (0-1)

Hb dróg tað longra stráið í einum jøvnum men heldur keðiligum dysti. Fingu fyrsta málið eftir at Sunnvard ikki megnaði at halda einum skoti, og so hevði Jón Rói Jacobsen lætt við at seta bóltin í máli. Súni Olsen javnaði í seinna hálvleiki, men tá hann minuttin eftir varð vístur av vølli, fekk HB aftur yvirvág, og sigursmálið kom eftir fríspark, sum innskifti Pætur Dahl setti beinleiðis í kassan.


B36-KÍ 1-2 (0-1)

So tapti B36. KÍ hevur funnið tráin aftur og megnaði at koppa ósigraða B36-liðnum. Spenningur er nú av álvara við at koma í kappingina aftur, og tað er sjálvandi ikki at forakta. Við sigrinum vann KÍ seg upp á fimta plássi.


FS Vágar-VB 2-2 (1-1)

Tað gongur heldur enn ikki striltið hjá vágamonnum at fáa meiri enn tað eina stigi hvørja ferð. Í dag spældu teir móti VB, sum annars hevur havt eina rímiliga góða byrjan upp á ári. Dysturin endaði javnur, men tað er lítið at ivast í, at vágamenn gremja seg eftir dystin, tí vágbinggar javnaðu ikki fyrr enn í seinastu løtu.


Sumba-B71 1-0 (1-0)

Hann kann ikki brúkast í Klaksvík, men tá hann letur seg í tað orangelittu troyggjuna hjá Sumba, liggur væl fyri hjá Sasja Tomajek. Maðurin býr í Klaksvík, men spælir við sumbingum. So sigast má, at hann býr eitt sindur avsíðis. Men líka leggja sumbingar í tað. Í dag vunnu teir aftur ein smælan 1-0 sigur á heimavølli. Mótstøðuliðið var B71, sum við ósigrinum datt afturum Sumba í stigatalvuni.


B68-NSÍ 2-0 (1-0)

Toftamenn vunnu grannauppgerðina á heimavølli í dag. Toftamenn vóru teir drúgvaru og hava tett ein part av holinum upp til B36. Toftamenn hava 12 stig á øðrum plássi. NSÍ er harafturímóti við at koma í knípu í niðara enda á stigatalvuni. Fimm stig er tað, sum er komið til høldar og tað er ikki nóg mikið hjá teimum svørtu og gulu úr Runavík.


Støðan:

1. B36 15 stig fyri 6 dystir og 19 mál í avlopi

2. B68 12 stig fyri 6 dystir og 4 mál í avlopi

3. HB 11 stig fyri 5 dystir og 3 mál í avlopi

4. VB 9 stig fyri 6 dystir og 2 mál í avlopi

5. KÍ 8 stig fyri 6 dystir og 2 mál í avlopi

6. GÍ 8 stig fyri 6 dystir og líka nógv mál fyri og ímóti

7. Sumba 6 stig fyri 6 dystir og 14 mál ímóti

8. NSÍ 5 stig fyri 5 dystir og 4 mál ímóti

9. B71 4 stig fyri 6 dystir og 4 mál ímóti

10. FS Vágar 2 stig fyri 5 dystir og 8 mál ímótih;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.

Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.

Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarmaður