Fótbóltur og dansur í Vági

Lions Klubburin í Suðuroy og VB/Sumba skipa fyri tiltøkum við fótbólti og dansi í allan dag og í alla nátt Í allan dag og í alla nátt verður nógv virksemi vesturi á Eiðinum í Vági.

Tað eru VB/Sumba og Lions Klubburin í Suðuroy, sum skipa fyri tiltøkum.

Har verður fótbóltur bæði innandura og uttandura. Og beint nú rigga tey stórskíggja til í VB húsinum, har tey, sum hava hug, eisini kunnu stytta sær stundir við at hyggja eftir stórdystinum ímillum Liverpool og Manchester United. Tann dysturin byrjar byrjar longu nú í døgverðatímanum.

Í Ítróttarhøllini verður innandurafótbóltur, har fleiri lið við bæði monnum og kvinnum fara at dystast.

Á sjálvum fótbóltsvøllinum er eisini fótbóltur, tí har er fótbóltskapping. Klokkan 14 spæla B71 og Skála og klokkan 16 spæla VB/Sumba og TB.

Eftir tað verður ein lítil steðgur, men klokkan 21 verður Linedansur í VB húsinum við lærara og í kvøld verður almennur dansur, eisini í VB húsinum, har vælumtókta orkestrið, LM-Band, spælir og har vænta tey ein hóp av fólki