Fótbóltur: Greipuvenjarin uttan sáttmála ársins besti

Tað kemur neyvan sum eitt sjokk, at Tony Paris, venjari klaksvíkinga gjørdist ársins venjari

Hann kom til KÍ, sum hevði ligið í meistaraskapsturki í næstan tíggju ár, og gjørdi felagið til greipuvinnara eftir einum ári.

Hóast hetta varð sáttmálin ikki longdur og tí er Tony Paris, sum talan er um, ikki í Føroyum longur.

Tað var eingin bøn, tá lesararnir hjá Sosialinum vórðu bidnir um at velja ársins venjara. Meiri enn helmingurin av teimum segði nevniliga, at venjari klaksvíkinga var tann sum bar av øllum.

Hjá Tony Paris, má hetta vera ein góður stuðul at hava við sær, nú hann ikki fekk longt sáttmálan við KÍ. Hví tað ikki eydnaðist, er okkum fyri so vítt óviðkomandi, men tað er í hvussu er ein veruleiki at Tony gjørdi stutta "prosess" við KÍ.

Hetta hava lesararnir hjá Sosialinum virt, og tí er Tony Paris ársins venjari í Føroyum 1999.