HB vann dystin í Gundadali móti B71 seinnapartin leygardagin heili 7-1. Tað var ongantíð nakar ivi um hvønn veg sigurin fór, til tað var HB ov nógv styrkt og B71 ov nógv skert. Men vóru HB leikararnir ikki so sjálvsøknir tá teir nærkaðust málinum, so vunnu teir nógv meir.
Veðrið í Gundadali var heldur frægari enn í restini av landinum, men kortini var ikki hugsingur um at fáa polerað fótbóltsspæl. Til tað var vindurin í meira lagi, og tá hugurin bara er til staðar hjá øðrum liðnum, so verður ongantíð talan um ein dyst. Tá er tað einvegis ferðsla, og tað var júst soleiðis, at dysturin í Gundadali "útartaði" seg.
HB hevur seinastu dystirnar fingið styrk úr Íslandi, haðani bæði Uni Arge og Allan Mørkøre eru komnir, nú íslendska kappingin er endað. At hetta er styrkur ið munar sæst á øllum brøgdum, tí seinastu báðar dystirnar hevur HB aftur funnið vegin til meskarnar, og í báðum dystunum eru tað "fremmandamenninir", sum hava gjørt málini.
Tað, sum kanska er serliga merkisvert í hesum sambandinum er, at teir báðir nú liggja á øðrum plássi á HB málskjúttaralistanum við seks málum, meðan menn sum hava leikt alt árið eru aftanfyri. Fremstur á HB-skjúttaralistanum gjørdist Súni Fríði Johannesen við 10 málum.
Tað er kanska ikki rætta høvið at taka slíkt upp, tá liðið júst hevur vunnið 7-1, men tað er kanska júst her orsøkin til "vánaligu" plaseringina hjá HB í ár skal finnast. Fremstu menninir gera ov fá mál, og tá so er, verður torført at vinna dystirnar.
Avgjørt eftir átta minuttum
Sum sagt, so vóru tað teir báðir íslandsfararnir hjá HB, sum gjørdu mest um seg leygardagin. Teir gjørdu fimm av sjey málum.
Fyrstu tjúgu minuttirnar av dystinum brúkti HB til at løða kanónirnar, og tað sást beinanvegin, at tað fór at standa nógv á B71 verjuni, tí hon varð trýst í botn frá byrjan. HB-snillingarnir gjørdu sum teimum lysti. Tað einasta teir ikki fingu burturúr vóru málini.
Men tá tjúgu minuttir vóru farnir brast fyri nev, og var tað Uni Arge, sum skallaði bóltin í málið úr ellivu metrum. Málmaðurin hjá B71 vardi fyri skoti, men bólturin sprakk til Una, sum við høvdinum setti hol á.
Minuttin eftir var tað enn einaferð Uni, sum fór við eini avlerering sum tað sømir seg, tá hann setti fótin á eina avlevering úr høgra borðið.
Sjey minuttir seinni var aftur galið, og við triðja málinum var dysturin í veruleikanum avgjørdur. Súni Fríði var skarprættari hesaferð tá hann varð spældur púra blankur næstan mitt fyri málinum.
Enn meira skerdir
Vóru sandoyingar illa fyri tá teir komu um Skopunarfjørð, so vórðu tei enn verri fyri, stutt áðrenn hálvleik. Ernst Løkjá sá seg noyddan at taka hondina til hjálpar tá HB-ari smekkaði til, og tað hevði reyða kortið við sær. Allan Mørkøre setti brotssparkið í máli, og tað við lít.
Hetta var eisini hálvleiksstøðan, og hon hevði við sær, at tað sá rættiliga svart út hjá B71. So svart, at onkur sandoyingur óttaðist fyri, at metið fyri størsta sigrinum í ár skuldi rúka. Tað meti var upp á 6-0, og eigarin undan dystunum leygardagin var ? B71.
Um tað var tað sum gjørdi tað, ella tað var HB dovinskapur, skal vera ósagt, men beint eftir hálvleik var eitt sindur av futti í B71 leikarunum og einu ferðina var um reppið, at Antines Magnussen slapp framvið Kaj Leo, sum stóð sín seinasta dyst fyri 1. lið hjá HB.
Mál varð ikki hesaferð, men kvøkkurin vakti HB-ararnar og sjey minuttir seinni tók Rùni Nolsøe sakina í egnar hendur tá hann eini tíggju-fimtan metrar uttanfyri brotsteigin smekkaði til eftir jørð beint móti vindinum. Bólturin streyk í málið, dygst við stongina og eykamálverjin hjá B71 rakk ikki eftir honum.
Bert tríggjar minuttir seinni fekk Uni enn eitt mál, og tað gjørdi hann eisini tríggjar minuttir fyri dystarenda.
Men ímillum tey bæði málini sníkti B71 seg til ein møguleika uppá kontra. Ístaðin fyri at langa bóltin upp í luftina undan vindinum, fór hann fram eftir jørðini og úr høgru var bólturin sendur inn til Eli Hentze, sum sendi framvið Kaj Leo.
Kaj Leo epokan er av
Hetta var kanska ikki júst tann endin, sum Kaj Leo hevði ætla sær, men tað dugir hann at bera yvir við. Eingin ivi um tað. Men veruleikin er, at dysturin leygardagin var tann allar, allar seinasti í røðini hjá Kaj Leo fyri HB.
Henda røðin er ikki so stutt, tí tað er eisini ein veruleiki, at Kaj Leo er fyrsti leikari í HB, sum røkkur 300 landskappingardystir á besta liði. Hetta er ein bragd í sær sjálvum, men tá hugsað verður um, at hann hevur vunnið trý FM-heiti og sjey steypafinalur, so gerst bragdið bara enn størri.
Á landsliðnum fekk hann ongantíð fótin fastan - har var jú ein maður við eini topphúgvu, sum varð mettur betri enn Kaj Leo, og tí hevur hann bara spælt fýra landsdystir.
Við dystinum leygardagin er ein epoka av, ikki bara í HB, men eisini í føroyskum fótbólti. Tí aftanfyri mongu dystirnar á besta liðnum hjá HB liggur eitt óført arbeiði, sum uttan iva er til fyrimyndar fyri mangan ungan knassa, sum ætlar sær at dríva fótbóltin til nakað.
Tá dysturin var av fekk Kaj Leo handaða gávu og blómutyssi frá HB og liðfeløgum sínum.
Hann fer neyvan at minnast tann seinasta dystin fyri tað poleraða fótbóltsspælið, men hann fer nokk at minnast til at HB vann stórsigur 7-1 á B71, og tryggjaði sær møguleikan at spæla evropeiskan fótbólt næsta ár, tá teir skulu spæla í Intertoto kappingini.
Og rekordin hjá B71? Jú hon varð standandi, men við tí løgnu krúllu, at nú hevur B71 bæði størsta sigur, 6-0 á ÍF, og størsta ósigur í ár 1-7 móti









