Fasta fríggjadagssendingin hjá FM1: Fótbóltspanelið var í dag send úr hølunum hjá KÍ, ið er á loftinum í KÍ-høllini.
Jákup Ósá frá nordlysid.fo og bolt.fo mannaði fótbóltspanelið saman við Leivi Fredriksen frá Kringvarpi Føroya.
Nógv var burtur úr dystinum millum KÍ og HB, ið byrjar klokkan 18 í kvøld.
Jákup Ósá og Leivur Frederiksen mettu um 18. umfar í betrideildini hjá monnum:
Fríggjakvøldið klokkan 18:
KÍ-HB (FM1 sigur frá dystinum)
B36-EB/Streymur
Sunnudagin klokkan 15
NSÍ-Suðringar (FM1 sigur frá dystinum)
07 Vestur-AB (FM1 sigur frá dystinum)
Skála-Víkingur
Jákup Ósá og Leivur Frederiksen meta báðir, at KÍ fer avstað við sigrinum á summarfestivalinum í kvøld.