Kenda fótbóltsheimasíðan, 101greatgoals.com, biður nú um eina hjartaliga umbering frá øllum føroyingum.
Undan dystinum millum Føroyar og Ungarn á Tórsvølli, gjørdu teir gjøldur burturúr føroyska landsliðnum.
Teir skrivaðu, at vanliga var sagt, at tað var eingin lættur dystur í altjóða fótbólti, men at tey fólkini, ið søgdu tað, kendur ikki Føroyar.
Teir skýrdu føroyska landsliðið at verða "total whipping boys" og spurningurin var ikki um Ungarn fór at vinna, men heldur við hvussu nógvum málum teir fóru vinna við.
Dysturin vísti tó nakað annað. Føroyar var betur enn Ungarn, mett yvir allan dystin, og Føroyar vórðu nærri við at vinna enn Ungarn var.
Nú biður 101greatgoals um umbering frá in.fo og Nela Heldarskarð, ið skrivaði søguna um heimasíðuna, sum gjørdi gjøldur burturúr okkum. Teir biða eisini um umbering frá øllum føroyingum.
Teir skriva, at greinin vísti eina manglandi virðing fyri Føroyum og manglandi vitan um føroyskan fótbólt. Ikki bara tað, men eisini manglandi virðing fyri fótbólti í breiðari merking.
Les umberingina her.