Fótbóltshøllin í Eysturoy er útsett eitt sindur

Vit hava fingið tilboð upp á eina høll í fullari stødd, men beint nú er ymiskt annað sum skal gerast fyrst, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu

– Ætlanin at gera eina fótbóltshøll í Eysturkommunu, er løgd á ís. Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.

Men hann skundar sær at leggja afturat, at ætlanin er avgjørt ikki slept, men støðan er bara tann, at í løtuni eru tað aðrar útbyggingar, sum skulu gerast fyrst.

Sum vit skrivaðu nú ein dagin, er tað átrokandi at byggja eitt heim til fólk við demens og ein barnagarð, og tær báðar verkætlanirnar verða tiknar fram um fótbóltshøllina.

 

Les eisini: Fara at byggja bæði til tey lítlu og tey eldru

 

Men annars eru tey komin væl áleiðis við fyrireikingunum og Jóhan Christiansen sigur, at tey hava eisini fingið tilboð upp á eina fótbóltshøll í fullari stødd.

Tað er ein høll úr Noregi, sum kann útvegast fyri 50 millónir norskar krónur. Tað svarar til góðar 38 milliónir føroyskar krónur. Nakað kemur so afturat til at grava og stoypa grundina, og annað, so hvat høllin fer at kosta tilsamans, er sostatt óvist enn.

Hann sigur, at annars er ymiskt fyrireikandi arbeiði til høllina gjørt á vøllinum í Leirvík, eitt nú eru kjarnuboringarnar til grundina gjørdar

Jóhan Christiansen sigur, at talan er um eina høll í fullari stødd, og ætlanin, tey arbeiða við, er heilt einfalt at inniloka vøllin í Leirvík, og at seta høllina niður yvir hann.

Fyrimunurin við tí er, at har er longu bæði vøllur og hús, umframt fleiri parkeringspláss. Men talan er eisini um ein bygning, sum er so stórur og høgur, at hann kann ikki standa í bygdum øki sum so, og vøllurin í Leirvík stendur oman fyri bygdina.

Borgarstjórin sigur, at talan er um eina høll við stálbjálkum, sum verða klæddir við elementum. Hann sigur, at tað er so vindhart í Leirvík, at tey hætta sær ikki at fara undir eina høll, sum hana í Vági, har tað í roynd og veru er ein dúkur, sum spentur yvir stálbjálkar.

Høllin í Leirvík er fyrst og fremst ætlað til fótbóltsvenjing, og til børn og ung at spæla í. Men borgarstjórin heldur kortini, at er illveður, átti at borið at at spælt dyst í henni. Samstundis verða helst nøkur leys áskoðarapláss.

Men hann staðfestir, at talan er ikki um eina høll til altjóða dystir. Tað er heldur ikki rennibreyt rundan um hana, tí so hevði hon verðið so ómetaliga nógv størri og dýrari. Men talan er um eina marghøll, sum kann brúkast til alskyns endamál og uttan iva fer tað eisini at bera til at íðka, og venja frælsan ítrótt inni á sjálvum vøllinum.