FSF-bossurin, Tórleif Sigurðsson, kennir seg vísan í, at ein fótbóltshøll verður bygd í Føroyum innan ov langa tíð. Hann metir, at hendan høll fer at gerast veruleiki innan eini fimm ár.
Aðra staðni í norðurlondum, har veðurlagið ikki er til fótbólt alt árið, er fótbóltshøllir bygdar, har dystir kunnu spælast innandura. Í hesum høllum er ein graslíkisvøllur í fullari stødd.
Í februar mánaði í ár tóku íslendingar eina slíka høll í nýtslu. Høllin, sum er á Reykjanes, kostaði yvir 30 milliónir krónur at byggja, men íslendingar ætla sær at byggja fleiri slíkar høllir næstu trý-fýra árini.
Íslendska fótbóltssambandið væntar, at hetta fer at hava stóran menning við sær fyri íslendskan fótbólt.
? Vit rokna við, at íslendskur fótbóltur kemur á eitt hægri støðið, og tað fer eisini at síggjast aftur í altjóða fótbólti, sigur Omar Smararson, pressustjóri í íslendska fótbóltssambandinum.
Inniloka ein vøll
Í Føroyum er veðurlagið eisini ein trupulleiki, og formaðurin í FSF, Tórleif Sigurðsson, væntar, at ein fótbóltshøll verður bygd í Føroyum innan ov langa tíð.
? Skal meta um tað, so rokni eg við, at vit hava eina slíka høll í Føroyum innan fimm ár, sigur hann.
Hann heldur, at tað ber til at gera eina bílagari høll enn hana, sum íslendingar hava gjørt.
Hann sigur, um høllin verður bygd sum ein venjingarhøll upp at einum stadionøki, har skiftirúm og annað er nærindis, ber til at sleppa væl bíligari enn tað, sum tað hevur kostað at gjørt høllir aðrastaðni.
? Vit kunnu til dømis hugsa okkum, at klaksvíkingar, sum nú eru farnir at byggja skýli og helst skulu skifta teppið á vøllinum, tí tað skapar trupulleikar í regni, innlokaðu verandi vøll. Tað hevði ikki verið nógv dýrari enn eitt skýlið og eitt nýtt teppi á vøllin, sigur Tórleif Sigurðsson.
FSF-formaðurin sigur, at FSF í løtuni ikki hevur møguleika at vera við í fíggingini av eini fótbóltshøll, men hann er fullvísur í, at FSF hevði nýtt høllina, um hon kom.
Hann heldur eisini, at tey, sum fáa høllina, fara at verða frammaliga í fótbólti nógvu komandi árini.