Fótbóltsfepur av álvara rakt Kroatia

Myndugleikarnir í Kroatia hava seinastu dagarnar útskrivað 4.600 ferðapass til HM-fjepparar.

Fótbóltsfepurin hevur av álvara rakt Kroatia.

 

Myndugleikarnir í landinum hava seinastu dagarnar útskrivað 4.600 ferðapass til HM-fjepparar, sum vilja til Ruslands at síggja finaluna seinnapartin í dag millum Kroatia og Frakland.

 

Ein av kroatunum, sum hevur fingið útskrivað ferðapass, er mamma landsliðsleikaran, Ante Rebic, skriva kroatiskir miðlar.

 

Áhugin hjá kroatum fyri HM-finaluni vísir seg eisini aftur í øktari flogferðslu, og ikki færri enn 10 sharter-flogfør hava soleiðis flogið kroatiskar fjepparar til russiska høvuðsstaðin, Moskva, hesar seinastu dagarnar.

 

Væntað verður, at umleið 50.000 kroatar eisini fara at savnast á Jelacic-torginum í kroatiska høvuðsstaðnum, Zagreb, fyri at síggja finaluna á stórskíggja.

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur boðað frá, at hann verður við til finaluna, eins og franski forsetin, Emmanuel Macron, eisini er komin við somu boðum.

 

Kroatiski forsætisráðharrin, Kolinda Grabar-Kitarovic, verður sum vera man eisini á áskoðaraplássunum til HM-finaluna í dag.