Fótbóltsfeløg kunnu missa lisensin

At búgva í ríkasta landinum í Europa er eingin trygd fyri, at tað stendur væl til fíggjarliga hjá øllum.

 

Norsku fótbóltsfeløgini, Lyn, Tromsø, Strømsgodset, Start, Stabæk, Kongsvinger, Haugesund, Hønefoss, Løv-Ham, Sarpsborg, Moss, HamKam, Skeid og Notodden hava øll fingið ein treytaðan lisens fyri kappingarárið 2010. Tað merkir, at tey skulu øll kunnu skjalfesta ein jaligan eginkapital, áðrenn tann 31. desember í 2009.

 

Stórur vandi er fyri, at gamla Oslo-felagið, Lyn ikki megnar at liva upp til krøvini um jaligan eginkapital.

 

Tað vera ikki smávegis avleiðingar fyri feløgini, sum ikki megna at skjalfesta ein positivan eginkapital áðrenn árið er runnið. Feløgini, ið ikki megna fíggjarligu krøvini, mugu byrja kappingarárið í fjórðbestu norsku fótbóltsdeildini.