Beint eftir døgurða í dag sást danska skúlaskipið Georg Stage sigla inn eftir Vágsfirði.
Ætlað var, at skipið kom til bryggju í Vági í dag klokkan 14, og hetta vísti seg at passa mikið væl. Tá Georg Stage kom inn eftir fjørðinum, tóku gomlu grindabátarnir ímóti og fremst í móttøkufylginum var eisini sluppin Johanna TG 326.
Skúlaskipið liggur nú við bryggju í Vági, og frá klokkan 18:00 til 20:00 er skipið opið, so almenningurin kann vitja umborð.
Skipað verður klokkan 20:00 í kvøld fyri fótbóltsdysti millum eitt dreingjalið hjá FC Suðuroy og næmingar á Georg Stage. Dysturin verður vesturi á Eiðinum í Vági klokkan 20:00 í kvøld.