Tríggir dystir í kappingini um løgmanssteypið eru í dag.
Skála fær vitjan av Royn. Hetta er fyrsti veruligi dysturin hjá skálamonnum við 21 ára gamla Eliesari Olsen sum venjara. Hvalbingar fluttu upp í triðbestu deildina í fjør.
Á grasvøllinum í Hvalba spæla TB og FF Giza.
Undri fær vitjan av MB í Havn.
Vinnararnir spæla í fyrsta umfari næsta vikuskiftið.
Í morgin er stórsteypadystur á ovara vølli í Gundadali. Dysturin er millum føroyameistaran HB og steypavinnaran EB/Streym. Tann dysturin byrjar klokkan 16.00.
Dystirnir í dag:
Klokkan 13.00: Skála ? Royn
Klokkan 15.00: TB ? FF Giza
Klokkan 16.30: Undrið FF ? MB