Fótbólts-EM - ein gysari

Oddagrein


Mangir eru teir føroyingar, sum í hesum døgum sita sum trælabundnir til sjónvarpssíggjan. Um teir vilja tað ella ikki. Um teir eru fótbóltsfreaker ella ikki. Ringt er at koma uttan um skíggjan, ið hevur víst EM fótbólt uttan íhald og fer at halda fram við tí komandi dagarnar eisini. Gott tað sama, tí hetta er undirhald, tá tað er best. Ynskir tú spenning og action er einki sum ein javnur, spennandi, skjótur og vælspældur dystur millum heimsins bestu fótbóltstjóðir. Her fær tú alt í einum cocktaili: spenning, eitt listarligt upplivilsi fyri ikki at tosa um innastu kensluna av tjóðskapi.

Hetta fingu vit ikki minst at sanna hóskvøldið, tá eitt slag av David og Goliath hólmgongu varð á skíggjanum. Føðiland fótbóltsins Ongland og nýggja stjørnan á fótbóltshimmalinum Portugal brustu saman í einum gysara av einum fótbóltsdysti, har tú eina løtu tók synd í gullrandaðu bretsku spælarunum fyri síðani ta næstu løtuna at halda við "the underdogs" úr pinkulandinum Portugal, tá teir stóu andlit til andlit við kempuna Goliath.

Hvør Hanus og Janus í landinum kennir úrslitið av hesum fyrsta kvartfinaludystinum í EM-kappingini í Portugal. Ein lemjandi ósigur til Ongland, tá hugsað verður um stødd, traditión og dygd. Høgtvirdi og ikonlíknandi Beckham gjørdi eitt persónligt sjálvmál, so tað stóð eftir, tá hann brendi brotsspark og var tað annað brotssparkið hann brendi í kappingini. "Højt at flyve dybt at falde" er eftirmæli hansara í hesi stund. Fáa staðni kanst tú koma so høgt á tindarnar og so bráddliga fella so djúpt sum í fótbólti. Kappingin hevur so ikki bara fingið ein bráan enda fyri Ongland. Eisini frægar fótbóltstjóðir sum Týskaland, Spania og Italia hava lagt kongin.

Hetta særir kenslurnar hjá mongu milliónum av fótbóltsfjepparum men fyri tað er dómadagur ikki komin. Hóast "títt/mítt" land hevur tapt, so fara sjarmerandi og vælspælandi "underdogs" fótbóltstjóðirnar sum Danmark, Svøríki, Tjekkia og nú eisini Portugal at gera fótbóltsupplivingina til nakað enn størri, eisini tí her er talan um liðavrik og í minni mun nærum avgudadyrkan av monnum sum Beckham, Raul, Totti og Ballack. Vit fara tó framvegis at síggja einstaklinga fóltbóltskynstur á vølli, nú spælarar sum Ronaldo, Larsson, Thommasson og Nedved fara at leggja alt teir eiga í spælið.

Men vit eiga so heldur ikki at gloyma, at fótbóltstjóðin yvir øllum fótbóltstjóðum seinastu árini, Frakland framvegis er við í kappingini. Hóast vit fegin síggja ein nýggjan EM-vinnara so sum Portugal, Tjekkia, Danmark ella Svøríki, so sleppa vit ikki uttan um fronsku virtuosarnar. Liðið, sum bæði hevur vunnið HM og EM og sum nú skal verja sítt EM-heiti. Fyri føroyska áskoðaran kann tað vera áhugavert at síggja Frakland aftur at vinnarapallinum, tí hetta er tjóðin vit skulu spæla ímóti í HM-undankappingini. At fáa vitjan av einum nýbakaðum EM-vinnara er ikki at kimsa at. Tað vil gera fótbóltsupplivingina so mikið størri, men tað kann eisini gera tapið tað størri. Tí seta kanska mong av okkum sítt álit á nettupp eitt av teimum undirtippaðu londunum, ið vit hava umrøtt her. Mong megu hava norðurlendsku grannar okkara sum favorittar, og ein finala millum Danmark og Svøríki, hevði verið kærkomin.

Sosialurin