Fótbólt og konsert fyri Pakistan

Leygardagin 27. august verða tvey tiltøk, sum bæði hava til endamáls at veita pening til ein bíbliuskúla í asiatiska landinum Pakistan. - Ætlanin er, at hesin skúlin skal byrja longu komandi summar, upplýsir kristni felagsskapurin, Samverkamenn.

Í fyrsta umfari verður talan um eina fótbóltskapping, bæði fyri kvinnur og
menn. Her verða serliga reglur galdandi, sum ein vanliga ikki hevur í øðrum
fótbóltskappingum.
Hetta verður broytt til somu reglur, sum nýttar verða í t.d. leguhúsinum
Zarepta í Vatnsoyrum, har ein verður vístur út í tveir minuttir um ein
bannar. Verður bólturin skotin upp undir loftið so verður viðkomandi spælari
vístur út í ein minutt.
Vinnandi liðini fáa vinningar frá bókahandlinum Logos í Havn.
Tá ein nú kortini hevur leigað Ítróttarhøllina á Hálsi, so verður í sama
umfari skipað fyri eini stuðulskonsert sama kvøld.
Henda konsertin er eisini til frama fyri áðurnevnda bíbliuskúla  ella
lærusveinaskúla - í Pakistan.
Luttakandi bólkar á konsertini verða Heini Lützen, Salt og Maria Anderssen.
Eisini koma Niklái og Absalon ein túr á gólvið.
Tað er ókeypis atgongd til konsertina, men inni í sjálvari høllini verður
møguligt at lata eina peningarliga gávu til hetta arbeiðið.
Í Pakistan er ætlanin at fáa einar 30 kvinnur og menn at koma saman til
undirvísing. Málið er at kunna geva teimum undirvísing í tríggjar mánaðir
árliga.
Ætlanin er at leiga eini leguhús, har hesir ungu og virknu pakistanarnir
kunnu fáa eina góða og viðkomandi bíbliuundirvísing. Við hesum verður so
miðað eftir, at hesi sjálvi kunnu fara aftur í samkomur sínar at undirvísa í
Guds Orði. Mett verður at tað eru einar 2 mió. kristin í hesum muslimska
landi.