Í fótasporum S.J. Mykines

Millum tey mongu áhugaverdu tiltøkini á Útoyggjastevnuni í Mykinesi í næstu viku verða tveir gongutúrar – annar ein forminnatúrur í bygdini við Símin Arge sum ferðaleiðara, og ein har listamálarin Kári Svensson fer at greiða frá.

Ikki óvæntað verður hesin túrurin um kenda málarin, S. J. Mykines. Sum skilst verður steðgað á við ymisk støð, haðani hesin kendi málarin fann sær myndevni úr oynni.