Fátækadømið er størst í Suðuroy og í Sandoy

Í Suðuroy og í Sandoy eru nógv fleiri fólk í fátækaváða enn aðrastaðni í landinum

Í Suðuroynni og í Sandoynni eru nógv fleiri fólk í fátækaváða, enn aðrastaðni í landinum.

Tað vísir ein nýggj uppgerð, Hagstovan hevur gjørt fyri støðuna í Føroyum

 

Uppgerðin vísir, at sum heilt er talið á føroyingum, sum eru í fátækaváða, hkkað seinastu árini og í 2014 vóru 10,8 prosent av føroyingum í fátækaváða.

 

 

Les eisini: Fátækadømið í Føroyum vaksið seinastu árini

 

 

 

Men uppgerðin vísir samstundis, at tað er stórur munur á, hvussu nógv fólk eru í fátækaváða í teimum ymsu økjunum í landinum.

 

Í Suðurstreymoy og Eysturoy er færri fólk í fátækaváða enn aðrastaðni, men serliga leypir tað í eyguni, at nógv fleiri suðuroroyingar og sandoyningar eru í fátækaváða enn aðrir føroyingar.

 

Í Sandoy eru 19,2 fólk í fátækaváða, ella næstan fimtahvørt fólk og í Suðuroy er støðan heldur frægari, tí har eru 15,9 prosent av fólkinum í fátækaváða.

 

Annars er fátækaváðin lægstur í Eysturoy, har 8,8 prosent av fólkinum eru í fátækaváða og í Suðurstreymoy er tey eisini væl fyri, tí har eru 9,4 prosent av fólkinum í fátækaváða. i Norðoyggjum er tað 11,5 prosent, í Vágum, 12 prosent og í Norðurstreymoy 11,9 prosent.