ÍF svaraði rættuliga aftur

Tað gjørdist síðstu løtuna meiri spennandi í Runavík, enn tað fyrstu 85 minuttirnar sá út til, at tað skuldi verða.

ÍF skoraði tvey mál, men fuglfirðingar megnaðu ikki at hótta meistararnar, tí tá ið teir skoraðu seinna málið var tíðin um at vera farin.

Høgni Mardsen minkaði um munin til 3-1 við rimmar langskoti úr høgru, sum umvegis tvørtræið støkk í vøllin innanfyri málstrikuna.

Andy Olsen, sum í summarsteðginum flutti úr NSÍ og til ÍF, skoraði seinna ÍF málið, tá ið hann sendi bóltin aftur um seg og aftur um Tórð Thomsen í NSÍ málinum.