Føstulávintshald í Hvalba

Føstulávint

Føstulávint nærkast og kring landið verður skipað fyri føstulávintshaldið av ymsum slagi.
Eisini hvalbingar skipað fyri føstulávintshaldi.
Tað er bóltfelagið Royn, sum skipar fyri stórum tiltaki í Roynhøllini næsta leygardag, tað er leygardagin 21. februar.
Klokkan 15 fer mannfólkið at sláa tunnu og klokkan 19.30 verður tunnsláing fyri konufólk.
Aftaná verður borðahald við ymsum góðum. Undir borðahldinum verður felagssangur og inn ímillum fer Hilmar Jan Hansen at undirhalda.
Somuleiðis fara børn at dansa føroyskan dans.
Seinni um kvøldið fer LM.Band at spæla góðan dansitónleik fyri tey meiri tilkomnu.
Atgongumerki til føstulávintshaldið í Hvalba eru at fáa í Roynhøllini mikukvøldið frá klokkan 19-22.