TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við virkandi venjaran hjá ÍF, Albert Ellefsen, sum sá sítt lið tapa tepurt 0-1 ímóti TB/FCS/Royn við Stórá í Trongisvági í dag.
Albert Ellefsen ásannar, at søgan á mangan hátt var sum ímóti Skála í tí seinasta dystinum. ÍF er væl við og kemur til málmøguleikarnar, men teir eru ikki nóg effektivir.
Albert Ellefsen staðfestir, at ÍF hevur tørv á einum góðum áleypara, og hann suffar at, Clayton Soares hevði verið ÍF góður.
Enn hevur Albert Ellefsen ikki tikið støðu til um hann leingir fyribils sáttmálan við ÍF.










