ÍF: Skibsted út – fýra nýggir inn

Um vikuskiftið kunngjørdi ÍF, at tað verða fleiri broytingar í hópinum til seinnu hálvu. Simon Skibsted er farin av landinum, meðan Ari Ó. Ellingsgaard, Tórður Thomsen, Heri Nesá og Arnold Kristiansen leggjast afturat hópinum.

 

Ein av spennandi leikarunum hjá ÍF til hetta kappingarárið var Simon Skibsted. Hann hevði ein møguleika í sáttmálanum, sum gjørdi at hann kundi fara aftur í summar og tað hevur hann valt at gera. 20 ára gamli Simon Skibsted hevur spælt 13 dystir fyri ÍF í hesum kappingarárinum og skotið fýra mál.

 

Inn eru komnir Ari Ó. Ellingsgaard, Tórður Thomsen, Heri Nesá og Arnold Kristiansen. Teir hava allir verið í felagnum fyrr. Ari Ó. Ellingsgaard hevur verið útleigaður til NSÍ, Heri Nesá og Arnold Kristiansen hava spælt niðri, meðan Tórður Thomsen hevur vant við felagnum í nakrar vikur frammanundan, skrivar heimasíðan hjá ÍF.