ÍF skal syrgja fyri spenninginum

Hóast HB seinast tapti 2-0 í Streymnesi, so eru Oddbjørn Joensen og hansara menn framvegis greitt oddalið og upplagdir favorittar at vinna FM heitið. At talan er um toppliðið sæst aftur í, at nógvir spælarar síðani seinasta umfar í landskappingini hava verið upptiknir av landsdystum – bæðiu a-landsliðnum og U-21 landsliðnum. Tískil hevur Oddbjørn Joensen ikki havt allar sínar menn til venjingar, men í hóskvøldið vóru teir allir aftur, og síðani hevur fokus verið á avbjóðingini á heimavølli ímóti ÍF ídag.

 

Albert Ellefsen og hansara menn í ÍF vunnu seg næstsíðsta sunnudag við sigri í Sørvági fram á næstfremsta plássið. Harvið er talan um toppuppgerð í Gundadali ídag. Tað eru sjey stig frá HB og aftur til ÍF. Um fuglfirðingar vinna fulla úrtøku, so tódnar munurin til fýra stig, og harvið verður spenningur aftur um oddasessin. Um favorittarnir á heimaliðnum vinna fulla úrtøku, so verður munurin millum HB og ÍF tíggju stig.

 

Allir HB spælararnir eru tøkir. Spurningurin er, um tað aftur hesa ferð verður Hans Jørgensen, sum fer at verja málið, ella um Teitur M. Gestsson aftur fer at fáa møguleikan. Teir hava báðir verið burturi við landsliðnum. Hjá ÍF er sentrali miðvallarin Høgni Madsen leikbannaður.

 

Tá ið ÍF 1. apríl hevði vitjan av HB, fóru havnarmenninir úr Fløtugerði við 2-0 sigri.

 

HB-ÌF: Lars Múller kl. 15.00